Førleikar
Heimasíðuloysnir
Knassar er ein fyritøka, ið byggur á skiljan og útvegan. Vit hava ment ein sterkan og álítandi arbeiðsbólk(team) og okkara egnu vevskipan Ivevo, fyri at hjálpa kundum okkara við dynamiskari dátuumsiting.
Knassar byggir heimasíður á heimasíðuskipanina Ivevo, ið er Føroya mest selda heimasíðuskipan. Ivevo er ein heimasíðuskipan, ið er ment
Sniðgeving
Okkara endamál er at gera eina fullfíggjaða samanseting av nútímans tøkni, teimum nýggjastu rákunum og at nøkta tørvirnar hjá okkara kundum. Ein heimasíða skal umboða hugsjónina hjá kundanum og virki teirra, og saman gera vit hettar møguligt.
Allir sniðgevar okkara hava servitan innan loysnir til alnótina, og hava fleiri av sniðunum fingið góð ummæli bæði her og úti í heimi.
Tey bestu sniðini eru gjørd fyri kundar, ið hava eitt greitt endamál við síðuni, og hava útvegað Knassum allar neyðugar upplýsingar um teirra virki og virkisøki.
Vit vísa til avrikssíðuna fyri at síggja dømir av fleiri av okkara sniðum.
W3C góðkent CSS og xHTML
Tá ein heimasíða skal gerast, er umráðandi at hon er bygd á eitt gott grundarlag. Øll framleiðsla hjá Knassar fylgir reglunum frá W3C (World Wide Web Consortium), ið áseta reglurnar fyri hvussu heimasíður skulu framleiðast. Kagarar í dag vera eisini mentir út frá at heimasíður fylgja W3C reglunum.
Ein heimasíða, ið yvirheldur W3C reglarnir, hevur nógvar fyrimunir m.a. hesar, ið eru sera umráðandi:
• Fær nógv betri leitiúrslit á leitimaskinum (Google o.ø.)
• Kemur skjótari fram á skíggjan
• Skjótari og bíligari, tá broytingar skulu gerast í uppbygnaði og sniði
Allir mennarar og sniðgevar á Knassum fylgja W3C reglunum.
Les meira um W3C á W3.org
Serframleiðsla
Talan kann vera um eina heila serframleidda skipan, ella serstaka funku, ið skal byggjast inn í heimasíðuloysnina. Til dømis ein veddingarskipan, ein karaokeskipan ella okkurt heilt annað.
Vit ráða til at hyggja at okkara førleikaskrá og tosa við ein av sølumonnum okkara, um møguleikarnar vit kunnu veita tær, so tú fært best møguligu loysn.
3D modelering og animatión
Knassar hava 3D deild, ið kann framleiða 3D tilfar, s.s. animatiónir, elementir í sniðnum o.l.
Knassar hava m.a. framleitt 3D tilfarið hjá møblaframleiðaranum HOWE. Sí dømi á heimasíðu teirra Howe.com
3D framleiðsla verður oftast nýtt í størri loysnum. Set teg í samband við ein av okkara ráðgevum, so kunnu vit saman finna útav, um ella hvussu 3D kann brúkast í tykkara loysn.
Fá meira at vita
Brúk fyri hjálp?
