Um Knassar

Heilt einfalt...

Knassar var stovnað í 2000 við tí einfalda endamáli, at gera alnótina meira brúkbara. Út frá tí hava vit m.a. ment heimasíðuskipanina Ivevo, sum í dag er mest selda heimasíðuskipan í Føroyum.

Umframt at menna heimasíðuskipanina Ivevo, veita vit eisini serframleiddar skipanir, sniðgeving av búmerkjum o.líkn., menning av alnótsspølum, 3D modellering og animering v.m. Sí yvirlit yvir tænastur

Meginparturin av okkara virksemi er í Føroyum, men fleiri og fleiri loysnir vera í dag seldar uttanlands.

Starvsfólk okkara hava øll serligan kunnleika og royndir innan loysnir til alnótina.