Ivevo

Føroya mest selda heimasíðuskipan

Ivevo er ein heimasíðuskipan, ið ger umsiting av heimasíðuni nógv lættari fyri virki og stovnar í øllum støddum. Brúka Ivevo til lættliga at umsita innihald, myndir, video, tíðindi, tiltøk og mangt annað.

Ivevo inniheldur allar funkur, ið tú hevur brúk fyri til at uppbyggja og umsita eina góða heimasíðu - alt við einføldum amboðum, ið ikki krevja nakra vitan um forritan ella annað fjas. Bygg heimasíðuna upp við teksti, myndum, leinkjum, videoum v.m. Tíðindi, tiltøk, flott myndasøvn, alt kann umsitast við fáum klikkum. Alt er innbygt. Ivevo er í dag mest selda heimasíðuskipanin í Føroyum, og er hon eisini seld í fleiri øðrum londum.

 

Her er eitt sindur av tí tú kanst við Ivevo ...

Yvirlitið vísir nakrar av hentleikunum við Ivevo, men set teg endiliga í samband við okkum og hoyr meira um, hvussu tú eisini kanst brúka Ivevo.

Einføld heimasíðuumsiting - Stovna síður, skapa og broyt innihald og bygg tína heimasíðu upp við teimun einføldu amboðunum. Tú lærir tað beinanvegin!

Skjót og løtt myndaumsiting - At seta myndir inn á heimasíðuna er eitt spæl við Ivevo. Ivevo flytir myndirnar frá telduni og út á heimasíðuna 30 ferðir skjótari enn aðrar heimasíðuskipanir, og uppá eitt eygablikk fært tú lagt flott myndasøvn út á heimasíðuna.

Kom for upp á leitimaskinunum - Ivevo koyrir sjálvt tína heimasíðu for upp á Google og øðrum leitimaskinum. Tað einasta tú skalt gera, er at hava tann ið leitar í huganum, tá tú skrivar innihaldið, so ornar Ivevo rest.

Trygt og alvorliga skjótt - Vit hava gjørt samstarv við eina av heimsins størstu hosting fyritøkum, og liggja Ivevo heimasíður altíð klárar at taka fram frá 7 servara støðum runt um í heiminum. So líka mikið hvar í verðini tú vitjar eina Ivevo heimasíðu, so kemur hon alvorliga skjótt fram.

Nýggjar funkur allatíðina -  Vit sita hvønn dag og betra skipanina og leggja nýggjar spennandi funkur inn. Higartil í ár hava vit lagt meira enn 500 dagføringar inn á skipanina.

Verðins besta support :) -  Vit duga alt hattar har við LOL, BRB og øll møgulig smiley, og vit sita klárir at hjálpa tær.